Fara beint í efni

Í sambandi við tænastur og veitingar okkara viðger Jysk persónsupplýsingar um teg og raðfestir dátuverndina sera høgt, í hesum sambandi. Jysk er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teim persónupplýsingum, vit hava skrásett um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Jysk kunnar teg við hesum um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini. Tú skalt í høvuðsheitum hava fráboðan um, at persónupplýsingar vera viðgjørdar um teg, hvør er dátuábyrgdari, endamál við viðgerðini, møguligir móttakarar av upplýsingunum v.m. Í hesi kunningini er nærri lýst hvussu vit viðgera og verja persónsupplýsingar, sum vit hava ábyrgd av. Jysk hevur ábyrgd av persónupplýsingum hjá starvsfólkum, kundum, samstarvspørtum og veitarum í sambandi við virksemi og tænastur okkara. Viðgerð av persónupplýsingum verður altíð framd við grundarlag í hesi kunning. Jysk kann í ávísum førum senda ella útflýggja serliga kunning um viðgerð av persónsupplýsingum, um viðgerðin ikki er nøktandi lýst í hesi kunningini.


Viðgerð av persónsupplýsingum og endamál:


1. Kontaktupplýsingar hjá kundum, samstarvspørtum og veitarum

Jysk skrásetir kontaktupplýsingar hjá kundum, samstarvspørtum ella veitarum, sum eru neyðugar til at kunnu veita ítøkiligu tænastuna og onnur krøv í hesum sambandi. Endamálið við hesum er møguleikin at fremja viðkomandi sølu, tænastur og samstarvið millum partarnar, millum annað avrokning, fylgja upp gjørdum avtalum og kunna umvegis tíðindabrøv, sum tú hevur meldað teg til, at móttaka frá okkum. Jysk skrásetir einans tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar til tess at kunna veita tað ítøkiligu tænastuna, t.d. veitingina ella avrokning fyri ta ítøkiligu veitingina og møguliga útkoyring av vøru í hesum sambandi.


2. Nethandil

Tá ið tú keypir vørur umvegis nethandilin hjá Jysk er neyðugt við skráseting av vanligum persónsupplýsingum sum t.d. navn, bústaður, telefonnr, og teldupost soleiðis, at vit kunnu veita hesa tænastu.


3. Jysk Ekspresslán

Jysk kann veita fígging til keyp títt umvegis tænastuna “Ekspresslán fígging” sum verður veitt umvegis avtalu okkara við Ekspressbank í Danmark. Í hesum sambandi er neyðugt, at tú skrásetur persónsupplýsingar, m.a. navn, bústað, telefonnr., teldupost, p-tal og fíggjarviðurskifti.


4. Vinarbólkurin

Við at melda teg til “Vinarbólkin” hjá Jysk viðgera vit persónsupplýsingar um teg í sambandi við tíðindabrøv og tilboð. Tú kanst til eina og hvørja tíð melda teg úr Vinarbólkinum og soleiðis taka samtykki til hesa tænastu aftur. Tænastan krevur einans at tú hevur skrásett tína teldupostadressu.


5. Facebook

Við at vitja Facebook síðuna hjá Jysk og dáma síðuna viðgera vit vanligar persónsupplýsingar og kunna teg um vørur og tilboð. Tú kanst altíð melda teg úr tænastuni.


6. Umsøkjarar, starvsfólk ella ráðgevar hjá Jysk


Tá ið tú søkir starv hjá Jysk, verður sett/ur í starv ella byrjar sum uttanhýsis ráðgevi hjá Jysk, viðger Jysk eina røð av persónsupplýsingum um teg, í sambandi við tína umsókn, starvssetan ella tann leiklut, sum tú skalt útinna á Jysk. Tær ítøkiligu persónupplýsingarnar Jysk viðgerð um teg og grundarlagið fyri viðgerðini verður givið í sambandi við hesi viðurskifti.


Heimild fyri viðgerðini


Persónupplýsingar verða viðgjørdir í sambandi við omanfyristandandi uppgávur. Rættargrundarlagið fyri viðgerð av omanfyristandandi persónupplýsingum er í § 8, stk. 1, nr. 1, 2, og 3, umframt § 12 nr. 1, 2 ella 7 í dátuverndarlógini. Jysk fylgir soleiðis einum heimilaðum áhugamáli í sambandi við viðgerð av hesum upplýsingum.

Goymsla og striking av persónupplýsingum


Jysk hevur greiðar treytir og reglur fyri, nær vit strika persónupplýsingar. Hetta tryggjar, at vit bert goyma persónupplýsingar í tann mun tað er eitt sakligt og lógligt endamál við goymsluni. Endamálið kann bæði verða við atliti til ítøkiliga lóggávu, t.d. bókhaldslóggávuna ella at tryggja, at ein ítøkilig veiting kann fara fram sambært avtalu.’

Víðarigeving av persónupplýsingum

Jysk gevur vanliga ikki persónupplýsingar víðari til onnur. Jysk gevur bert tínar persónupplýsingar víðari, um vit hava skyldu til tess sambært viðkomandi lóggávu, gjørda avtalu/sáttmála, til almennar myndugleikar, t.d. TAKS. Í útgangsstøðinum flytir Jysk ikki persónupplýsingar víðari til útlond ella triðjalond, hetta kann tó verða neyðugt í sambandi við ítøkiliga veiting og tænastu. Móðurfelagið hjá Jysk er staðsett í Reykjavík og tínar persónsupplýsingar verða í hesum sambandi fluttar, goymdar og viðgjørdar hjá kt-veitaranum/dátuviðgeranum hjá móðurfelagnum í Reykjavík. Sum útgangsstøði nýtir Jysk ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum ikki eru partur av ES ella EBS. Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum. Jysk tryggjar sær altíð eitt heimilað grundarlag til møguligan flutning av persónupplýsingum og kunnar ítøkiliga um hetta.


Bólkar av persónsupplýsingum


Jysk viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við ítøkiligu veitingina ella tænastuna. Upplýsingarnar kunnu verða vanligir persónupplýsingar t.d. navn, p-tal, bústaður og fíggjarviðurskifti. Talan kann eisini verða um viðkvæmar persónupplýsingar t.d. um heilsu og fakfelagstilknýti.


Brúk av kennifílum (cookies)


Vit brúka kennifílar (Cookies) á heimasíðuni til tess at betra um tænastuna á síðuni. Hetta til tess, at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri brúkaran. Brúk av hesum verður heimilað í ítøkiligum samtykki, sum altíð kann takast aftur.


Tíni rættindi og ynskir tú at gera brúk av hesum rættindum?


Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

• Rætturin til kunning í §§ 23-25
• Rætturin til innlit í § 26
• Rætturin til rætting í § 27
• Rætturin til striking í § 28 • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
• Rætturin til dátuflutning í § 31
• Rætturin til mótmæli í § 32-34
• Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Jysk ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar. Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit v.m., so hevur tú møguleika at senda teldupost til jysk@jysk.fo merkt “att. Dátuvernd”, ringja á telefon 555 888, ella vitja á skrivstovuni. Eisini kanst tú skriva til okkara , sí samskiftisupplýsingarnar niðanfyri og viðmerk”att. Dátuvernd”. Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9 og 16. Vit mæla til, at tú ikki sendir okkum viðkvæmar ella trúnaðar upplýsingar í hesum sambandi.


Samskiftisupplýsingar


Jysk
Staravegur 7
100 Tórshavn
Tlf.: 555 888
Teldupost: jysk@jysk.fo
Skrivstovan er opin gerandisdagar, mánadag til fríggjadag millum kl. 9 og 16.


Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið


Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum. Metir tú, at Jysk ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.