Í Jysk kanst tú fáa vøruna koyrda beint til dyrnar. Tað er bara at siga okkum frá, og so orðna vit rest.
Tað er ikki altíð, at alt passar heim við í bilinum hjá tær. Og tí bjóða vit tær, at koyra vøruna út fyri teg. Tað er bara at siga okkum frá, og so orðna vit rest. Vit koyra vøru út kring alt landið - eisini til útoyggjar.
Jysk samstarvar við ymisk flutningsfeløg, um at koyra tær vøruna heim til tín. Sostatt keypir tú tær eitt pláss umborð á lastini hjá eini aðrari fyritøku, táið tú rindir flutningin.
Kostnaðurin á útkoyringini verður roknaður eftir prísinum vøruni, sum skal flytast, og hvar í landinum hon skal. Tó er ein lægsti- og hægsti prísur á flutningsgjaldinum.
Útkoyringin kostar:
Lítil sending | 100 kr |
Miðal sending | 250 kr |
Stór sending | 450 kr |
Eyka stór sending | 700 kr |
Vit leggja okkum altíð eftir, at vøran verður flutt til tín, sum skjótast til ber.
Vøra til Eysturoyar, Vágarnar og Suðuroynna verður pakkað dagin áðrenn sjálva flutningsdagin.
Tí ber ikki til at fáa vøruna koyrda út á hesi økini tann sama dagin, sum tú hevur keypt vøruna.
Vøra verður flutt hesar dagarnar:
Dagar | Mánadag | Týsdag | Mikudag | Hósdag | Fríggjadag |
---|---|---|---|---|---|
Suðurstreymur | X | X | X | X | X |
Eysturoy | X | X | X | X | X |
Vágarnar | X | X | X | X | X |
Norðoyggjar | X | X | X | X | X |
Suðuroy | X | X | X | X | |
Sandoy | Ringja | um | pláss |
(Eitt X er sett á teir dagarnar, sum koyrt verður út)
Bilførarin ringir til tín, áðrenn hann er komin heim til tín, so tú nært at vera við hús, táið vøran kemur fram.
Sendingar við Posta sí link: https://www.posta.fo/fo/vinnutaenastur/vorukoyring/