Fara beint í efni

Her finnur tú svarini á vanligastu spurningunum. Finnur tú ikki svar á tín spurning á hesum teiginum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf.+298 555 888.

Kostnaðurin á útkoyringini verður roknaður alt eftir støddini á vøruni.
Sí meir á: www.jysk.fo/taenasta/voruflutningur/ 

Vøra verður flutt umvegis flutningsfeløg. Tískil vita vit ikki ta heilt neyvu klokkuna á vøruveitingini. Vit siga tær frá, nær vøran verður koyrd út, táið tú biður um útkoyring, og ringja bilførararnir til tín, áðrenn teir koma við vøruni.

Sí annars útkoyringaryvirlitið undir teiginum “vøruflutningur”.

Vanliga ganga uml. 4-5 vikur frá tí, at vit hava bílagt tær vøruna, til hon kemur til Jysk. Veitingartíðin á serbílagdum vørum er uml. 6-8 vikur.

Um tú hevur bíða longri enn ta vanligu veitingartíðina, so er at ringja til okkara á tlf.+298 555888, og siga frá, so vit kunnu fáa tær vøruna til høldar.

Hevur tú fingið skeiva- ella brotnaða vøru koyrda út, skalt tú boða Jysk frá hesum beinanvegin. So senda vit tær eina nýggja vøru, og taka hina vøruna innaftur.

Jysk rindar bara fyri útkoyring, táið vit hava ábyrgdina av feilinum. Kemur tú til, at lata aðra vøru innaftur, enn ta ætlaðu, so mást tú sjálv/ur rinda fyri flutningin, fyri at fáa fatur á teirri rættu vøruni.

Nei, hetta ber ikki til. Sært tú vøru á Jysk.dk, sum tú kundi tonkt tær, so kanst tú ringja til okkara, og vita, um vit eiga vøruna inni. Eiga vit ikki vøruna, so kunnu vit væl bíleggja tær hana heim.

GG: Tá tað stendur “Kun online” á eini vørulýsing á Jysk.dk, kann tað vera, at vit ikki fáa fatur á vøruni.

Nei, hetta ber ikki til. Jysk FO og JYSK eru ymiskar fyritøkur, og ikki sami handil.

Hetta eru nøvnini á góðskubólkunum í Jysk.

Í stuttum:

BASIC er gott og bíligt.

PLUS er góðska til lagaligan prís.

GOLD er hágóðska.


Sengur, madrassur, dýnur og koddar í PLUS og GOLD er fevnd av víðkaðari trygging.

Vanliga selja vit ikki vøru, sum stendur frammi í handlinum. Tó eru undantøk, t.d, um sýnisvøran er útgingin. Tú ert altíð vælkomin at spyrja starvsfólk okkara um hetta.

Gev gætur, at keypt sýnisvøra ikki er tryggjað, og kann ikki býtast um ella latast innaftur.

Tá tú ringir til handilin, eru tað starvsfólk okkara í handlinum, sum svara telefonini. Tað eru tey, sum svara tær spurningum, leiðbeina teg til ta røttu vøruna og selja tær hana.

Vit royna altíð at svara telefonini beinanvegin. Men viðhvørt kann tað koma fyri, at tú noyðist at ringja í eina løtu, áðrenn telefon verður tikin.

Hetta er annaðhvørt av, at tú ert í bíðirøð til telefonina, ella tí, at vit ikki hava tíð til at svara telefonini akkurát tá.

Tá er bara at ringja víðari ella at royna aftur seinni. Eisini kanst tú skriva til okkara á keyp@jysk.fo ella á Facebook síðu okkara.

Er vøra, sum er lýst í tilboðsblaðnum ikki á goymslu, er hetta helst tí at:

  • - Lýsta vøran skal bíleggjast. Tá er viðmerkt “Má bíleggjast” ella “má møguliga bíleggjast” á vøruni í tilboðsblaðnum. Tá bíleggja vit tær vøruna, og fært tú hana fyri lýstan tilboðsprís.
  • - Lýsta vøran er til í avmarkaðari nøgd. Tá er viðmerkt “Avmarkað nøgd” í tilboðsblaðnum.
  • - Vøran er nýggj, og er ikki komin til landið enn. Tá kanst tú leggja hana av, og so siga vit tær frá, táið vøran er komin heim.

Tað kann eisini henda seg, at vøran púrt einfalt verður útseld áðrenn tilboðsblaðið kemur út. Tá er bara at venda tær til okkara, og vita, um vit kunnu hjálpa tær við eini aðrari loysn.

Um tú ikki fært tilboðsblað okkara sendandi hvørja viku, kanst tú seta teg í samband við Posta, og biðja um at fáa tað sendandi hvørja viku.

Tilboðsblað okkara fæst eisini talgilt á Posta appini, á Bera.fo og her á heimasíðu okkara. Tilboðsbløðini eru eisini til taks inni í handlinum.

Í Jysk eru ofta tíðaravmarkað tilboð. Hetta er lýst við stórum stavum í tilboðsblaðnum á teimum síðunum, sum tíðaravmarkaðu tilboðini eru lýst. Hesar blaðsíðurnar hava eisini ein øðrvísi lit enn hinar síðurnar í tilboðsblaðnum.

Vit mæla staðiliga til at lesa tilboðsbløð okkara gjølla, so tú ert heilt vís/ur um tað, sum vit lýsa við. Tíðaravmarkað tilboð er bert galdandi teir dagarnar, sum lýstir eru.

Tú ert eisini altíð vælkomin til at ringja til okkara, og spyrja um tað, sum stendur í tilboðsblaðnum.

Á forsíðuni á hvørjum blaðið er lýst, at tíðaravmarkað tilboð eru í blaðnum. Sí dømið niðanfyri, sum er randað við ljósagrønum litið.