Fara beint í efni
Dún og fjaðrar

Tær flestu natúrdýnurnar eru fyltar við dúni, og fjaðrum. Í Jysk fært tú dýnur, sum eru fyltar við dúni, og fjaðrum av ontum, svanum, gásum og dunnum. Dúni av ontum er lættari, bjálvar betri og andar meiri enn fjaðrarnar av hinum trimum fuglunum. Umframt hetta, so prika tær ikki so illa, sum hinar dýnurnar viðhvørt kunnu gera, um tær verða illa viðfarnar. Hinvegin kanst tú umhugsa eina dýnu við fjaðrum, um tú ynskir eina heita, og tunga dýnu fyri ein lagaligan prís.

Dýnur til ovurviðkvæm

Nógv halda, at tey ikki tola dún ella fjaðrar. Men í veruleikanum eru tað eini 2-3% fólki, sum ikki tola tað. Hinvegin eru tað í minsta lagið 7% av okkum, sum verða ovurviðkvæm av dustmottum. Allergiskar upplivingar av dýnunum stava sostatt frá vantandi reinføri, og ikki av ovurviðkvæmi av dúni. Tískil er tað týdningarmikið, at tú vaskar dýnuna væl, og virðiliga. Les okkara leiðbeining um reinføri her. Fólk, sum veruliga líða við ovurviðkvæmi av dúni, og fjaðrum eiga at keypa sær eina tægradýnu. Hesar hava hvørki dún ella fjaðrar í sær, og elva ikki til nakað keðiligt árin.